Newcastle vann toppdystin á Nottingham Forest á St. Jamses' Park. Her er ein stutt dystarfrásøgn.
Eftir eina heldur dovna byrjan, so kom Newcastle meira í gongd. Eftir tað fyrsta korteri vóru okkara menn omaná mest sum allan fyrra hálvleik. Fyrri hálvleikur var intensur og til tíðir hart leiktur. Ikki hjálpti tað nógva regni uppá spælið. Vøllurin gjørdist tungur at spæla á, og tá ein takling bleiv gjørd, gekk ofta ein løta áðrenn leikarin støðgaði aftur.
Men møguleikarnar í fyrra hálvleiki átti NUFC. Carrol gjørdi tað gott, tá hann fekk eina sending úr høgru síðu, og næstan flúgvandi fekk skot á bóltin. Tíverri fyri Carrol og okkum fjepparar so var ein vælleikandi Lee Camp í Forest málinum fyri.
Carrol hevði annars onkran annan møguleika, ið hann brúkti ov langa tíð uppá, og sostatt spurdist onki burturúr. Jonas var aftur hendan dystin ein kempa, og vóru tað ikki nógvir manns, ið runnu og kempaðu meira en Jonas. Løvenkrands hevði eisini ein góðan dyst, og vísir hann ferð eftir ferð, at tað var rætt av NUFC at skriva sáttmála við hann. Enrique vísti eisini, hvat hann hevur at siga fyri NUFC.
Seinni hálvleikur var ikki ein minutt gamal, tá Nathan Tyson fekk ein fríðan headara, men til alt held rakti hann ikki bóltin so væl sum hann ætlaði, og bólturin var ongin trupuleiki hjá Harper.
Eftir einans fýra minuttir var Andy Carrol skiftur út við Shola Ameobi, ið vit ikki hava sæð í longri tíð á Newcastle liðnum. Carrol hevði fingið onkran snudd, men enn er ov tíðliga at siga hvussu álvarsamur snuddurin er.
Tað fyrstu løtuna av seinna hálvleiki vóru okkara menn ikki heilt í stødinum, og hevði Forest yvirvág. Men brádliga, úr ongum, fekk Ameobi bóltin í málið. Ein kontra møguleiki hjá Forest endaði fyri føturnar á Nolan, ið fann Ameobi í vinstru síðu. Hann vendi sær og við vinstra beini fekk hann bóltin millum beinini á einum Forest verjuleikara, via stólpan í málið. Eitt gott comback av Ameobi.
Eftir hetta royndu Forest at trýsta Newcastle, men okkara menn hildu væl. Og vóru nærri einum máli enn Forest var. Og í tíðini dómarin hevði lagt afturat eydnaðist tað Enrique at fáa sítt fyrsta mál fyri Newcastle. Og tað við høgra beini. Eftir horna endar bólturin hjá Ameobi, ið við halinum sendir Enrique fríðan. Hann setir eina reyða blusu av til høgru, og við høgra beini hamrar hann bóltin í kassan. Enrique endaði so niðast í einum bunka av leikarum, við 10 oman yvir sær. Ikki er ringt at gita sær til, hvat hesir hava hugsað um uppflyting.
Hóast dysturin var rímuliga hart spældur, so komu einans 3 gul kort, og vóru tey øll til Forest.
Alt í alt ein deiligur dystur, ið fær alt at síggja nógv ljósari út hjá okkum.